Sølvi Vatnhamar væntar ein strævnan dyst ímóti Andorra, men hevur føroyska liðið tol, so fáa vit nokk eitt gott úrslit.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF Varpið
Aftaná seinastu venjingina, áðrenn sjálvan dystin ímóti Andorra, sum verður leygardagin klokkan 17:00, føroyska tíð, fekk FSF Varpið orðið á Sølva Vatnhamar. Og fryntligi leirvíkingurin sær við spenningi fram ímóti stóru avbjóðingini á Estadio Nacional.
- Fyri okkum, sum spæla í Føroyum, er hesin vøllurin eingin trupulleiki, og ivasami graslíkasvøllurin skal heldur ikki verða nøkur umbering, um føroyska liðið fær trupulleikar ímóti Andorra.
- Vit hava sæð eitt sindur av video, og tað er einki at ivast í, at tað verður eitt hart-arbeiðandi lið, sum vit skulu spæla ímóti, sigur Sølvi Vatnhamar við FSF Varpið, sum kann síggjast niðanfyri.