Sølvi staðfestir vánaligt avrik móti sterkum liði (FM1)

(FM1) Hoyr roynda miðvallaran hjá Víkingi seta orð á greiða tapið móti Danmark í Herning

##med2##

- Vit komu ov illa út til dystin. Hetta staðfestir royndi miðvallarin hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar aftaná greiða 0-4 tapið móti Danmark.

Sølvi viðgongur, at Føroyar haltaðu aftaná í dystinum, serliga í fyrra hálvleiki. Tað var bøtt nakað um avrikið í seinna hálvleiki við at halda málið reint.

Sølvi ásannar eisini, at hevði bygdarmaðurin, Lava skorað í fyrra hálvleiki hevði útgangsstøðið verið munandi frægari til seinna hálvleik.

Sølvi heldur tó, at teir týdningarmestu dystirnir komu nú, Nations League heimadystirnir móti Lettlandi og Andorra komandi leygardag og komandi týskvøld.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sølva Vatnhamar aftaná greiða 0-4 tapið í venjingardystinum í Herning. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málverjan, Teitur Matras Gestsson.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran, Eli Hentze.

(Samrøða: Sølvi Vatnhamar aftaná 0-4 móti Danmark)