Sølvi Reinert Hansen vann seinastu kappingina í ár

Frælsur ítróttur: Leygardagin skipaði Bragdið fyri rennikapping í Gundadali

Um vikuskiftið skipaði Bragdið fyri seinastu rennikappingini á árinum. Runnið varð 6 kilometrar í Gundadali, og tann kappingin endaði við, at Sølvi Reinert Hansen úr felagnum Roysnið vann.

Hann brúkti 21,52 minuttir um teinin og hann var 71 sekund frammanfyri nummar tvey, sum gjørdist Kári Brattaberg úr Vági. Hann tíðina 23,03 minuttir.

Aftanfyri teir báðar var raðfylgjan henda:

Cecil Weihe 23,20, Niels Jákup Jacobsen 23,28, Gunnar Dahl Olsen 23,55, Hans Petur Weihe 23,55, Robert Vilhelmsen 24,44, Hanus Højgaard 25,12, Eyðun Poulsen 25,45 og Evald Rasmussen 28,14