Onki løgið er í, at miðvallarprofilurin hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar, var sera fegin, tá ið Tróndur Arge fekk orðið á hann beint eftir seinasta bríksl í dystinum ímillum Víking og B36, sum Víkingur vann 2-0.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra tað, sum leirvíkingurin segði í samrøðu á Rás2. Sølvi Vatnhamar sigur millum annað, at hvør dystur hjá Víkingi í seinnu hálvu hevur verið ein finala. Nú er bert ein finala eftir hjá Víkingi, og tað er tann á Argjum komandi leygardag, har longu niðurflutta AB tekur ímóti.