Sølvi eigur miðvøllin

Sølvi Vatnhamar varð aftur í ár kosin sum ársins miðvallari í Effodeildini.

Ársins miðvallarar í føroyskum fótbólti eru nú kosnir. Eisini vongleikarar vórðu roknaðir upp í hetta roknistykkið.


Hjá monnum var tað ikki óvæntað ársins leikari frá í fjør, Sølvi Vatnhamar hjá føroyameistarunum úr Víkingi, sum vann heiðurin í ár.


Eisini í kvinnudeildini var tað ein føroyameistari, ið varð kosin ársins Ansy Sevdal miðvallarin. Tað var nevniliga Ansy Sevdal hjá EBS/Skála.