Sølvi: AB gav okkum ein skarpan gang

(Rás2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við sigursmálskjúttan hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar

Víkingur fekk øll trý stigini á Argjum, tá teir fyrr í kvøld vunnu 2-1 á AB. Í steðginum var AB á odda 1-0. 

 

Í seinna hálvleiki gingu landsliðsspælararnir hjá Víkingi, Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar undan. Atli javnaði við góðum langskoti, og Sølvi skoraði sigursmálið við brotssparki.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við sigursmálskjúttan hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar aftaná dystin.

 

Sølvi Vatnhamar væntar, at hann nú verður brotssparksskjútti til hann brennur.

 

Um dystin sigur Sølvi Vatnhamar, at AB gav teimum ein skarpan gang, og hann staðfestir, at AB var betra liðið í fyrra hálvleiki. Sølvi heldur tó, at Víkingur var betra liðið í seinna hálvleiki. Fyri Víking var tað eisini avgerandi, at Elias Rasmussen hevði nakrar framúr góðar bjargingar ímóti dystarenda. 

 

Samrøðan Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jobin Drangastein hjá AB hoyrist HER