Sólvá er uppvaksin í Mattalág í Havn, elsta dóttir Herborg og Gunnar Gunnarsson. Sum ung flutti Sólvá til Danmarkar, har hon hevur búleikast síðani. Hon hevur altíð verið sera kreativ og hevur fingist við ymist handaligt arbeiði. Seinastu árini hevur hon tó fingist mest við at mála.
Umframt at mála hevur Sólvá givið frálæru í myndaseyming og aðrari kreativari seyming. Frá 1992 til 1997 fekk hon frálæru frá hollendska multikunstnaranum Baukje Zijlstra.
Sólvá hevur luttikið á fleiri framsýningum í Danmark, eins og hon eisini hevur havt framsýningar í Føroyum. Framsýningin í Esbjerg verður opin til 29. januar. Opið er frá mánadegi til fríggjadag frá 11 -17.30.