Sólvá Ford vekir ans í Íslandi

Tað hevur vakt ans í Íslandi, at borgarstjórin í Reykjavík hevur boðið Sólvu Ford at taka lut á mentanarnátt í Reykjavík. Eisini Rasmus Rasmussen ger vart við seg í Íslandi Tað er nógv frammi í íslendskum miðluym, at borgarstjórin í Reykjavík herfyri beyð føroysku tónlistakvinnuni at framføra á mentanarnátt í Reykjavík í august. Borgarstjórin, Ólafur F. Magnússon, hoyrdi hana syngja, tá hann herfyri vitjaði í Tórshavn.

Heimmildarmaðurin hjá Portalinum í Íslandi, Jens Guð, sigur, at mentaranarnáttin, The Culture Night, er sera stór hending í Íslandi, og ljós verður varpað á tað, ið fer fram. Fleiri enn 110.000 fara vanliga í býin at njóta konsertir og onnur tilboð, tá mentanarnáttin er í Reykjavík. Og knappliga er Sólvá Ford eitt navn, ið íslendingar eru um at kennast við.

Guitarleikarin Rasmus Rasmussen, sum júst hevur givið enn eina fløgu út við guitartónleiki, ger eisini vart við seg í Íslandi. Hann spældi um vikuskiftið í Hafnarhúsið í Reykjavík, tá felagsskapurin fyri samkynd í Íslandi, Samtøkin 78, helt sín 30 ára stovningardag. Hetta var eisini hending, sum miðlar í Íslandi gjørdu heilt fitt burturúr, frættist frá Jens Guð.