Nú hvítusunna er, er eisini stórt tiltaki í Salt, har skipað verður fyri bilasølustevnu og nógvum undirhaldi, bæði fyri børnum og vaksnum.
Tiltakið byrjaði í gjár og heldur fram í dag, 1. hvitusunnudag og 2. hvítusunnudag, sum er í morgin. Opið er allar dagarnar í Salt frá klokkan 14 til 20.
Veitarar, sum eru við á sølustevnuni, eru Reyni Service, Berg Motors, Wenzel, Nordbil og Nordcar. Haraftrat eru Suðuroyar Sparikassi, sum veitir ráð um fígging og Uno við súkklum.
Men, her verður eisini nógv undirhald.
Í gjár var Alex Bærendsen á palli, og í dag klokkan 15 verður barnakonsert við Jensinu Olsen. Í morgin, 2. hvítusunnudag klokkan 16, fer Svein í Prestgarði á pallin.
Nú tiltakið er í Salt á hvítusunnu, er eisini andlitsmáling og ponyríðing.
Kostnaðurin fyri tiltakið er 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børnum í skúlaaldri. Børn undir skúlaaldur sleppa inn ókeypis.
Tað er nýggjársnevndin, sum skipar fyri sølutiltakinum í Salt á hvítusunnu.









