Sølustevna komandi vikuskifti

Miðvágs Bóltfelag bjóðar aftur í ár til Sølustevnu í Miðvági. Sølustevnan verður hildin í Bygdaskúlanum í Miðvági og á økinum kring skúlan Eins og undanfarna ár fara bilasølur at útstilla á økinum við fótbóltsvølli, og innandura økið verður brúkt til handlar, sum koma at sýna fram klæðir til børn og vaksin, undirklæðir, prýðislutir, taskur, vakurleika produktir, havaprýði og annað.. Umframt søluframsýningar av ymsum slagi, bæði inni í og uttanfyri skúlan, verða eisini ymiskar framførslur bæði fyri børn og vaksin, café og tombola. Leygardagin kemur millum annað Magni Christiansen at syngja og spæla country gospel og sunnudagin verður stuttligt undirhald fyri børn, tá ið Gyklarin Asbjørn kemur at undirhalda.

Millum seldu atgongumerkini til sølustevnuna og kafekvøldi verður drigið millum eina ferð frá Atlantic Airways og eina frá Smyril Line.

Leygarkvøldi verður eisini skipað fyri tónleikakafe og Syngið við-tónleikatiltaki í Bygdarhúsinum í Miðvági, har Stanley Samuelsen, Sámal Ravnsfjall & Uni Reinert Debess koma at framføra. Serstøk mótaframsýning verður eisini á skránni. Klæðir frá 1880-unum og fyrst í 1900 eru funnin fram undan væðingini, umframt klæðir frá krígsárunum. Einstøk pløgg verða bert sýnd fram hetta kvøldið áðrenn tey verða latin Føroya Fornminnasavni til varðveitslu. Eisini verða nýmótans klæðir og lekkur undirklæði sýnd fram.

Frá leygarmorgni 26. apríl kl.06 til sunnumorgun 27. apríl, koyra øll akfør ókeypis gjøgnum báðar undirsjóvartunlarnar.