Sølustevna á altjóða støði

? Vit verða klár at lata messuna upp týsdagin, siga tey, sum skipa fyri størstu handilsstevnu í Føroyum nakrantíð. 100 útlendsk feløg verða umboðað, og roknað verður við 7000 vitjandi

 

Runavík: Týsdagin í komandi viku verður fyrsta altjóða sølustevnan hildin í Føroyum, og talan er um óhoyrt stóra stevnu, tá hugsað verður um føroysk viðurskifti.

100 útlendsk feløg fara at sýna fram saman við líka nógvum føroyskum feløgum. Eini 700 útlendsk umboð koma til Føroya í sambandi við stevnuna, og samanlagt verður roknað við eini 7000 gestunum á fyrstu North Atlantic Fish Fair (NAFF), sum verður hildin í Runavík.

Um samanlíkningar skulu gerast við vanligu føroysku handilsstevnurnar, so svarar NAFF til fimm slíkar stevnur.

? Fyrireikingarnar hevur gingið væl, og vit eru klár at lata fyrstu altjóða messuna í Føroyum upp, sigur Símun Hammer, sum er projektleiðari. Hann er stjóri fyri felagnum, Virkisráðgeving, sum hevur staðið fyri fyrireikingunum av NAFF.


Gekk betri enn væntað

North Atlantic Fish Fair er ein stóra ætlan, sum vaks seg størri enn bæði stigtakararnir og fyriskipararnir høvdu roknað við.

? Undirtøkan fyri stevnuni hevur verið óvæntað stór. Vit miðjaðu eftir, at 40% av framsýnarunum skuldu verða útlendskir, men undirtøkan úr útlandinum hevur verið so stór, at helvtin av framsýnarunum eru útlendskir, sigur Símun Hammer.

? Vit arbeiddu frá byrjan við, at hetta skuldi fara at verða ein altjóða sølustevna, tí tað var tað, sum føroysku virkini og feløgini høvdu áhuga í. Tað má sigast, at tað hevur eydnast okkum at gera hetta til eina altjóða stevnu.

Framsýnararnir koma úr Norðurlondum, Skotlandi og Írlandi, men vitjandi á stevnuni verða eisini úr øðrum londum. Tað kostar fimm milliónir krónur at stíla fyri stevnuni, og samanlagt liggja trý ársverk í fyriskipanini.


Brúka øll hotellplássini

Tað koma millum út ímóti 700 útlendskir gestir til landið í sambandi við stevnuna, og øll hugsandi gistingarpláss í meginøkinum verða brúkt til at hýsa hesum mongu fólkunum.

Gistingarhúsini í Havn og í Eysturoynni verða á tremur í komandi viku, og harafturat skal Norrøna eisini brúkast sum hotelskip í Runavík.

? Gistingarorkan er ein trupulleiki í sambandi við slíkar stevnur, men við at brúka Norrønu ber til at hýsa øllum fólkunum, sigur Símun Hammer, projektleiðari.

Fólkini, sum búgva í høvuðsstaðnum, fara at ferðast millum gistingarhúsið og stevnuna, sum verður hildin bæði á kaiøkinum í Runavík, í ítróttarhøllini og í bátahylinum.

? Vit hava roynt at hildið fyrireikingarnar á altjóða støði, og vit fáa til dømis telt úr Skotlandi og básar úr Danmark. Aðrar tænastur verða veittar av føroyskum fyritøkum. Tað er av avgerandi týdningi, at teir veitarar, sum vit hava valt, eru førir fyri at loysa uppgávuna væl og virðiliga, sigur Símun Hammer.

Týsdagin varð farið undir at seta teltini á kaiøkinum upp, og komandi týsdag skal alt verða liðugt, so fyrsta altjóða fiskivinnustevnan í Føroyum kann lata upp.

Stevnan verður í døgunum frá 15. til 17. mai, og opið er hvønn dag frá klokkan 10.00 til 17.00.