Leygarkvøldið 6. januar, ið er trettanda kvøld, skipar Føroya Fólkatónleikarafelag fyri konsert við danska spælimansbólkinum ?Suleskær? norðuri á Húsum á Kalsoynni.
Tey, ið spæla við í ?Suleskær? á hesi vitjanini, eru Eskil Romme, ið spælir harmoniku og Peter Uhrbrand og Dorthe Haubro, ið bæði spæla fiól. Tey spæla fyri tað mesta danskan spælimanstónleik, ikki minst av oynni Fanø, har Peter og Dorthe búgva.
Konsertin leygarkvøldið byrjar kl. 20.