Súlureiðrini í Mykinesi eru full av plasti

- Eg visti, at eg fór at finna plast, men eg bleiv ovfarin av, hvussu nógv eg fann, sigur enski fuglagranskarin Nina O’Hanlon, sum hevur gjørt umfatandi kanning um plastdálking í súlureiðrum í Mykinesi

Meginparturin av súlureiðrunum í Mykinesi hava plastleivdir í sær. Tað er niðurstøðan hjá enska fuglagranskaranum Nina O’Hanlon, sum hevur kannað 418 súlureiður í Mykinesi. Hon fann leivdir frá troli og øðrum plasti frá fiskiskapi í 74 prosent av hesum 418 reiðrunum. 

Nina O’Hanlon hevur arbeitt serliga nógv við másafugli, og nú roynir hon við sínari gransking at lýsa plast og annað mannaskapt tilfar, sum sjófuglur dregur við sær í reiðrini. Hetta gjørdi hon eitt nú á fyrilestri í Perluni, sum Føroya Fuglafrøðifelag skipaði fyri mikudagin.

Hon hevur sjálv og við hjálp frá egnum keldum innsavnað upplýsingar um plastdálking úr 28 av teimum økjunum, har nógvar súlur halda til. Nú hevur hon kannað støðuna í Føroyum fyri at síggja sambandið við dálkingina í hinum londunum.

##med4##

Trol og pakkitilfar

Í Mykinesi hugdi hon eftir, hvat slag av plasti var í reiðrunum og hvørjar aðrar leivdir vóru at finna.

- Eg visti, at eg fór at finna plast har, men eg bleiv ovfarin av, hvussu nógv eg fann, sigur Nina O’Hanlon.

Sera nógv av reiðrunum høvdu trol og ymsar endar í sær, og so høvdu fleiri eisini sovorði breið hvít bond, sum verða brúkt at pakka við.

- Hesi plastini er long og líkjast tara, sum súlur annars vanliga brúka at gera reiður við.

Helmingurin av heimsins fugli ávirkaður

Nina O’Hanlon vísir á, hvussu umfatandi plastdálking yvirhøvur er, tá tað kemur til fuglalív, tí hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki.

- Tað verður mett, at 8 milliónir tons av plasti endar í havinum hvørt ár, so tað kemur ikki óvart á, at sjófuglur um allan heim er komin í samband við tað seinastu árini, sigur Nina O’Hanlon.

Sambært henni eru fleiri enn 56 prosent av øllum fuglum í heiminum ávirkaðir av plastdálking í onkran mun. Antin við at eta tað ella við at fáa tað fløkt rundan um seg; og fuglar kunnu blíva fløktir í tí bæði á sjógvi, og tá teir taka tað við í reiðrið aftur. Tað verður mett, at 36 prosent av fuglasløgum verða fløkt í tí, og 39 prosent eta tað.

Súlurnar kunnu doyggja

Tað kann hava stóra avleiðingar fyri súlu at vera fyri plastdálking. Um tær sita fastar í reiðrinum orsakað av plasti, sleppa tær av góðum grundum ikki úr reiðrinum at fáa sær mat. Tá kunnu tær hungra, til tær doyggja.

Og um tær fáa plast í seg á sjónum ella aðrastaðni, kann plastið blíva vavt um veingirnar, soleiðis at tær ikki fáa flogið.

Í mun til grannalondini

Samanborið við okkara grannalond kann sigast, at dálkingin er væl hægri í Føroyum enn í Hetlandi, har talan er um 50 prosent, sambært tølunum hjá enska granskaranum. Men føroysku súlureiðrini eru væl minni dálkað enn í Noregi, har nærum øll reiðrini hava plast í sær.

Nina O’Hanlon hevur eisini dømi um onnur støð, har støðan við plastdálking í í súlureiðrum er sera ring. Eitt nú í bretsku oynni Grassholm, har so at siga øll reiðrini hava okkurt slag av plasti í sær.

- Tað vita tey lokalu væl av, og tí fara tey hvørt vár út at skera plasti burtur úr reiðrunum, soleiðis at ungarnir ikki fáa trupulleikar av tí. Onkuntíð kemur bjargingin í seinra lagi, so ungarnir doyggja, men tey klára at bjarga fleiri, sigur hon.

##med2##

Fiskiskapur er orsøkin

Nina O’Hanlon metir, at dálkingin í ymsu økjunum er ávirkað av fiskiskapi og øðrum, sum fyriferst nærindis. Í súlureiðrunum í Mykinesi er talan í størstan mun um trol og annað plasttilfar frá fiskiskipum, og tí bendir alt á, at dálkingin her kemur beinleiðis frá fiskiskipum. 

- Tað er møguligt, at ein partur av dálkingini hendir orsakað av ringum veðri, har trol fer á sjógv við vindinum. Tað sama kann henda á kaiini, uttan at fiskimenn hava nakað beinleiðis við tað at gera, sigur Nina O'Hanlon og vísir á eina avbjóðing, at okkurt verður mist burtur, og okkurt ivaleyst verður blakað burtur - men tað tosar eingin um.

- Í fleiri londum kostar tað nógv at sleppa sær av við trol og annað rusk, so tí er motivatiónin fyri at burturbeina tað á rættan hátt avmarkað, og tað sama er galdandi, um mann av óvart missur tað. Vit mugu uppá onkran máta tryggja, at trol ikki enda í havinum, og hetta kann mann gera við at geva trolinum eitt ávíst virði, sigur Nina O'Hanlon.

- Eg haldi eisini, tað skuldi vera lættari og meira eggjandi at endurnýta og umvæla trol fyri at framleiða so lítið nýtt sum møguligt. Tað hevur eisini stóran týdning við upplýsing, so fólk vera varug við avleiðingarnar av slíkari dálking.

##med3##

Ritur og lundar

Nina O’Hanlon hevur eisini kannað 700 ritureiður í Mykinesi, og har var ikki so nógv plast at finna - einans trý tilsamans. Hon hugdi eisini eftir reiðrunum hjá kjógva og ternu, og har var einki plast at finna yvirhøvur.

Tó hevur hon í fleiri førum sæð lundar við plasti í nevinum seinastu árini. Hvør ávirkanin og avleiðingin av hesum kann vera, hevur hon onga beinleiðis meting um, tí so fáir upplýsingar eru um hetta.

- Vit høvdu ikki hesi tølini fyri 20 árum síðani, men nú, vit hava upplýsingarnar, kunnu vit um 20 ár síggja, um tað er blivið betri ella verri, sigur hon og sipar til alla kanningina, hon hevur gjørt í Føroyum. 

Fólk kunnu boða frá

Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa upplýsingar um plastdálking hjá teimum ymsu einstøkum fuglum, tí teir í stóran mun passa seg sjálvan. Fyri at fáa so nógvar upplýsingar sum møguligt hevur hon stovnað eina sonevnda crowdsourcing heimasíðu, har fólk sjálvi kunnu fráboða plast í fuglareiðrum.

Heimasíðan, sum skal eita birdsanddebris.com, er ikki almenn enn, men verður tað í næstum. Hendan heimasíðan er ikki bara ætlað til plastdálking hjá sjófugli, men hjá øllum fugli um allan heim.