Árliga sølustevnan SøluRásin verður nú fyri sekstandu ferð hildin í Ítróttarhøllini á Skála. Dagarnir eru leygardagurin og sunnudagurin 9. og 10. november.
Anfinn Gærdum, sum er formaður í Stráluni og samskipari av SøluRásini, sigur, at neyðugt hevur verið at brúka nógva orku fyri at selja allar teir umleið 450 fermetrarnar av gólvplássi, sum Ítróttarhøllin á Skála er karmur um.
Hann heldur, at ein orsøkin til, at tað hevur verið truplari at fylla høllina við framsýnarum seinnu árini, er stagnatiónin í búskapinum.
- Jú, tað er eitt stríð at fylla høllina, men nú eru vit komin undir land við umleið 29-30 framsýnarum, ið selja alt frá knappanálum til bilar.
Anfinn Gærdum sigur, at um onkur er, sum kundi hugsað sær at verið við aftrat, ber til at venda sær til hansara.
- Vit hava nakrar fermetrar eftir, sum kunnu seljast, sigur hann.
Hevur yvirlivað
SøluRásin, sum seinastu sekstan árini hevur verið eitt afturvendandi tiltak á Skála, er ein av teimum fáu sølustevnunum, sum vit kenna tær, ið hevur yvirlivað øll hesi ár.
- Vit leggja stóran dent á at gera framsýningina og tiltakið annars so vitjunarvinarligt sum gjørligt, soleiðis at øll, sum við eru, kunnu fáa nakað burturúr, sigur Anfinn Gærdum.
Nógv undirhald verður sum vant í høllini á Skála bæði leygardagin og sunnudagin, og her verður talan um alt frá sangi og tónleiki til mótasýningar og TrøllaPætur og TrøllaOmmu.
Býta avlopið
Tað eru tey fýra feløgini á vestara armi á Skálafjørðinum, Strálan, StÍf, Skála Ítróttarfelag og Skála Kappróðrarfelag, sum skipa fyri SøluRásini.
Samskiparin sigur, at størsti básurin á SøluRásini er 30 fermetrar, og so er eisini ein básur, sum er 25 fermetrar. Nakrir básar eru 15 fermetrar - og so eru fleiri, sum eru 10 fermetrar.
- Flestu framsýnararnir eru av Skálafjørðinum og úr Eysturoy, men vit hava eisini framsýnarar úr Havn og úr Norðoyggjum, sigur Anfinn Gærdum.
Avlopið av SøluRásini verður býtt millum tey fýra feløgini á vestara armi á Skálafjørinum.