Sølurás á Skála


 

Sølurás


Leygardagin 3. og sunnudagin 4. november verður ein sokallað sølurás í ítróttarhøllini á Skála.

Tað eru ítróttarfeløgini Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan,sum skipa fyri sølurásini.

Tiltakið hevur verið afturvendandi nú í nøkur ár, og hevur sølurásin verið ógvuliga væl umtókt undanfarnu árini.

Stevnan verður sett leygardagin av Asbjørn Mikkelsen.

Á stevnuni verða mótasýningar og leygardagin verður eisini ymiskt undirhald. Klovnar, gandakallar og búktalari verða til børnini, og eisini verður country sangarin Ragnar í Vík at hoyra.

Sunnudagin verður barnakórið á "Eg eri ein K" fløguni á pallinum, og síðsta punktið á skránni sunnukvøldið eru Jónsvein og Birgir, sum saman við øðrum tónleikarum fara at syngja og spæla.

Bókin "Teir tóku land 6", sum Jógvan Arge hevur skrivað, er júst útkomin, og kemur Jógvan sjálvur at signera bókina sunnukvøldið millum klokkan 18-19.

Sølurásin endar sunnukvøldið klokkan 22.00