Norðurlandahúsið hev-ur tikið stig til sølu-framsýningina fyri at stuðla føroyskum listhandverki.
Framsýningin er breið, og handverk innan millum annað ull, træ, seyðahorn, silvur og glas verða víst fram.
Àrna Helmsdal hevur eina áhugaverda kreatión, har hon hevur brúkt sniðið í føroyska kvinnubúnanum men brúkt annað tilfar og aðrar litir enn vit eru von við.
Árna tekur støðu í tí siðbundna, men ger nakað øðrvísi burturúr tí, sigur maður hennara Mikkjal Helmsdal.
Føroyski búnin, ið Árna hevur gjørt er limegrønur, og silvurið er skift út við sergjørdar hornsmúkkur.
Føroysk bindingarmynstrum
Katrin Andreasen hevur skapað sera vakrar silvurringar, sum eru útskornir og sniðgivnir eftir gomlum føroyskum bindingarmynstrum.
Onnur luttakandi eru Ole Jacob Nielsen, trælistarmaður, Guðrið Poulsen, keramikari, og Svanhild Christiansen, ið ger keramiskar figurar av náttúrumotivum.
Eini 10 veitararnar til handilin Listir luttaka í framsýningini, haðani eru Rasmus Nygaard, ið ger smúkkur úr horni og beini, Guðrun Elttør, ið ger pløgg úr silki og bundnari og tøvdari ull, Unn Eldevig Petersen, ið ger húgvur og taskur úr tøvdari ull, Durita Dam, ið ger heklaðar taskur og Árna Helmsdal, ið sniðgevur og seymar pløgg úr bundnum ullartoyi.
Søluframsýningin verður standandi alt summarið í Norðurlandahúsinum.