Søltuvíkarvegur stongdur mikudagin

- Møguleiki verður at sleppa tvørtur um á middegi, og tá arbeiðið er liðugt, siga tey í Sands kommunu í dag.

Í samband við arbeiði við nýggju útstykkingini uppi á Vatnsryggi á Sandi, verður Søltuvíkarvegurin stongdur í morgin, mikudagin frá klokkan 8 á morgni. 

 

- Møguleiki verður at sleppa ígjøgnum á middegi, og tá arbeiðið er liðugt, vita tey í Sands kommunu at siga í fráboðan í dag.

 

Tað eru nakrir dagar síðan, at arbeiðið við nýggju útstykkingini á Sandi byrjaði. Í fyrstu syfti verður talan um 13 nýggj grundstykki.

 

Tað er Articon, sum ger hetta arbeiðið, og sambært tíðarætlanini verður útstykkingin liðug til jólar í ár.