Sólstormur á veg ímóti jørðini

Í gjár var eitt ógvusligt gos á norðara parti av sólini, og nú er ein sólstormur haðani á veg ímóti jørðini. Sjálvur miðdepilin fór tó fram við jørðini.

Sambært vínindini er talan um tann størsta sólstormin tey seinastu seks árini, men amerikanska rúmdarumsitingin NASA sigur, at sólstormurin fær kortini ikki stórvegis ávirkan á jørðini, men at hann kann órógva fylgisveinar, sum eru í ringrás um jørðina. Harafturat kann sólstormurin gera, at norðlýsið verður bjartari enn vanligt.

Í 1989 gjørdi ein sólstormur, at kanadiski býurin Quebec misti streymin.