Sólskinssøga í skúlanum

Oddagrein:

Seinastu árini hevur tað verið langt millum góðu søgurnar í skúlanum. PISA úrslitini hava verið væl lakari, enn tey hava verið í okkara grannalondum, og skoðsmálini, sum skúlin hevur fingið, hava ikki verið stimbrandi.

Í morgun legði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, úrslitini fram av landsroyndini, sum tey í 4. og 6. flokki vóru til í vár. Royndin var í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni, og úrslitini vóru væl betri, enn tey hava verið.

Ofta verður sagt, at í fjølmiðlahøpi er dapra søgan tann góða søgan. Soleiðis skal tað ikki vera í hesum førinum: Føroyska samfelagið - alt sum tað er – eigur at kenna seg eiga part í næmingunum og skúlanum, og skúlanæmingarnir verða tey, sum fara at mynda føroyska samfelagið. Tí eiga vit øll at fegnast um úrslitini, sum vórðu løgd fram í morgun. Serliga hugaligt er tað hjá lærarunum, sum tað so ofta hevur verið fokus á. Ikki minst, tá ið úrslitini ikki hava verið so góð, hevur tað verið at hoyrt, at ein av stóru trupulleikunum hevur verið, at útbúgvingarstøðið og arbeiðslagið í skúlanum hevur ikki verið nóg gott.

Tá ið sólskinssøgan nú er komin fram, eiga vit at heilsa skúlunum og lærarunum og ynskja teimum tillukku og blíðan byr í framtíðini. Næstu árini fara at vísa, um talan fer at verða um støðuga menning.

Ivaleyst fer nú at verða spurt og hugsað um, hvørjar orsøkirnar kunnu vera til, at støðið er hækkað. Hugburðurin til PISA kanningarnar hevur verið ymiskur, men uttan mun til, hvat vit halda um kanningarnar, so er tað eingin ivi um, at tær hava havt við sær, at tilvitanin um skúlan er nógv økt, eisini millum foreldrini. Politiski myndugleikin og umsitingin hava sett tiltøk í verk, sum tað væl kann hugsast hava havt síni árin.

Nú ræður um at halda tørn um góðu gongdina. Skúlin eigur framvegis at verða raðfestur so høgt, sum tað á nakran hátt ber til, og sjálvandi eigur tað at verða lagt soleiðis til rættis, at tað fæst sum mest fyri pengarnar – í undirvísing og umstøðum og tilfarið og møguleikum. Hetta taka landið og kommunurnar sær av.

Læraraútbúgvingin sigst vera fyri stórum broytingum. Í fjør fóru tey á Frælsinum undir nýggja royndarútbúgving. Tað ljóðar frá at vera mennandi og spennandi útbúgving fyri nútíðina og framtíðina, sum nú verður boðin komandi lærarum. Tað snýr seg um at fáa samband millum tann veruleika, sum lærararnir standa í kring landið og tað, sum er á skránni í útbúgvingini, og tað ræður um at skapa tilboð, sum kunnu førleikamenna tey, sum arbeiða í skúlunum.

Í dag fegnast vit sum sólskinssøguna samstundis, sum vit vóna, at áralagið framvegis verður gott í royndini at menna skúlan, sum er so týdningarmikil partur av grundarlagnum undir okkara alra framtíð.