-Sjálvandi spell, at næmingarnir missa tveir tímar, men tað er bara stuttligt, at okkurt serligt hendir onkuntíð, sigur ein heldur kløkkur, men vælhýrdur rektari, Mads Winther, tá Sosialurin spyr hann um óvæntaða larmin uttan fyri skrivsstovu hansara. Og rætt hevði hann. Løtan var nevnliga stuttlig og serlig. Fýra uppsettir, komandi risar innan føroyskan politik stóðu við mikrofon og fóðraðu ein skara av ungum, áhugaðum studentaskúlanæmingum við politiskum slagorðum og vallyftum. Studentaskúlin hevði einki við hetta tiltak at gera. Ungu valevnini høvdu sjálv tikið stig til fundin.
Brádliga avlýst
Siðvenja hevur seinastu árini verið, at Studentaskúlin í Hoydølum, dagin áðrenn løgtingsval, skipar fyri politiskum valfundi, har pallborðið er mannað av teimum ymisku floksformonnunum. Og í ár er einki undantak. Tann fundurin verður mánadagin. Ætlanin var eisini, at Samstarvsnevndin, sum er mannað av fýra næmingum og fýra lærarum úr Studentaskúlanum, í ár skuldi skipa fyri einum ungdómspoltiskum valfundi í samkomuhøllini á skúlanum, men hesin fundurin varð brádliga avlýstur. Orsøkin var, at ikki allir politisku flokkarnir luku treytirnar hjá Samstarvsnevndini.
-Orsøkin til, at vit avlýstu ætlaða fundin, var, at tað einans vóru umboðini hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, sum luku treytir okkara um, at umboðini ikki máttu vera eldri enn 25 ár, sigur Sunnvá Bæk, forkvinna í Samstarvsnevndini.
Lært av royndum
Orsøkin til, at Samstarvsnevndin hevur sett markið at vera 25 ár, er læra av royndum. Fyrr hevur verið roynt at skipa fyri líknandi fundum, og tá hevur ójavnvágur verið í kjakinum, tí ávís umboð hava verið so nógv meira roynd enn onnur.
-Vit hava lært av royndum, og vit vildu ikki hava ein fund, sum líktist ov nógv tí, sum verður mánadagin. Vit vildu hava ein ungdómspolitiskan valfund við valevnum, sum hava nøkunlunda somu royndir. Tískil setti Samstarvsnevndin markið at vera 25 ár, og flokkarnir vóru kunnaðir um hetta í einum skrivi longu í síðstu viku, greiðir rektarin Sosialinum frá.
Vælnøgdir fyriskiparir
Tey fýra ungu valevnini, ið tóku stig til fundin eru Torkil V. Rasmussen úr Fólkaflokkinum, Michael Jensen úr Sambandsflokkinum, John Johannessen úr Javnaðarflokkinum og Rúni Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum. Kjakið bar brá av teimum vanligu evnunum, sum eru frammi hjá hesum flokkum. Torkil tosaði um skattalætta, og um at tað skal loysa seg at arbeiða. Michael tosaði um loyniliga skattalætta Sambandsfloksins. John tosaði um, at fólki og gerandisdagurin eru týdningarmiklari enn ríkisrættarligi spurningurin. Og Rúni tosaði um týdningin av at halda áfram við sjálvsstýriskósini, sum Tjóðveldisflokkurin hevur sett út í kortið. Hóast upprunaligi fundurin varð avlýstur vóru fyriskipararnir sera væl nøgdir við fundin
- Hatta var ein ordiligur sólskinsfundur. Veðrið var gott. Har vóru nógv fólk. Løtan var stuttlig. Nógvir spurningar vóru settir, og kjakið var gott. Hatta var so gott, sum tað kann vera, sigur ein av komandi risunum í føroyskum politikki við Sosialin aftaná fundin.










