Sólsker skal venja VÍF

Jónleif Sólsker skal í komandi kappingarári standa á odda fyri besta mansliðnum hjá VÍF Á heimasíðu sínari boðar VÍF frá, at Jónleif Sólsker í komandi kappingarári skal venja besta manslið felagsins. Hann tekur við eftir dananum Morten Hust Petersen, sum fyri viku síðan gjørdi avtalu við Stjørnuna.

Jónleif Sólsker hevur drúgvar royndir á hondbóltsvøllinum, og sum leikari og venjari hevur hann vunnið ikki færri enn 11 FM-heiti. Hann hevur í sínari yrkisleið spælt fyri Kyndil, StÍF og VÍF.

Sáttmálin er galdandi frá komandi kappingarári.