Sólrun Michelsen fekk í dag Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2008 fyri bókina ?Tema við slankum? frá 2007.
Grundgevingin hjá dómsnevndini er soljóðandi:
Sum fyrsta roynd høvundans at skriva til vaksin ber hendan skaldsøgan boð um, at føroyskar bókmentir við Sólrun eru á ótroddum leiðum.
Í frásøgn um gerandisdagin hjá einari gentu í rembingar- og broytingartíðum í fimmtiárunum lýsir skaldsøgan modernaðu Føroyar frá einari síðu, sum vit ikki hava fingið lýsta áður. Sólrun letur fínliga í orð tað ósigiliga og viðbrekna, sum ofta verður skúgvað til viks og burturtrongt, tí tað er trupult at seta orð á og sárt at viðurkenna.
Samanumtikið hevur tað eydnast Sólrun Michelsen framúr væl at lýsa skuggasíðu mannalívsins í einum listaliga væl úr hondum greiddum verki við fjøltýddari søgugongd og mosaikkkendari bygging.










