Sólrun Løkke Rasmussen misbrúkt í følskum lýsingum

- Hon er kanska bara 46 ára gomul, men tað vísir seg, at Sólrun Løkke Rasmussen rekur eina av mest lønandi fyritøkum í landinum.

 

Soleiðis verður skrivað um føroysku konu danska forsætisráðharrans í eini lýsing fyri Perlelux. Sólrun Løkke Rasmussen verður søgd at vera stjóri í fyritøkuni, sambært Ekstrablaðnum.

 

Hetta vísir seg tó ikki at passa. Saman við Mary, krúnprinsessu, Sidse Babett Knudsen, sjónleikara og Helenu Christensen, modell, er Sólrun Løkke Rasmussen ein í eini røð av kendum donskum kvinnum, sum verða misnýttar í lýsingunum hjá Perlelux.

 

Í lýsingingunum verður hon endurgivin fyri at siga, at hon sjálv nýtir húðkremið.

- Eg brúki sjálv Perlelux, og onkrar av vinkonum mínum spurdu skjótt, hví húðin hjá mær brádliga broyttist. Tá byrjaði boðskapurin at breiða seg og áðrenn eg varnaði tað, vóru tað fleiri stjørnur og kend, sum ynsktu at royna kremið sjálvar, er Sólrun Løkke Rasmussen endurgivin fyri at siga.

 

Nú floyma tó neiligar viðmerkingar inn um felagið. Á ymiskum heimasíðum bjóðar Perlelux ókeypis vøruprøvar, men so skjótt, tú hevur upplýst adressu og kort-nummar, byrjar felagið at trekkja pengar av kontuni. Danskir kundar hava verið skjótir at gera vart við seg og ávara onnur um at hava nakað við Perlelux at gera.

 

Annars er Sólrun Løkke Rasmussen 49 ára gomul.