Sólrun eggjar íleggjarar til Føroya

Mikudagin skipaði Virðisbrævamarknaður Føroya fyri einum kapitalmarknaðardegi í Keypmannahavn. Sólrun Løkke Rasmussen, kona danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen, var ein av fyrilestrarhaldarunum, og hon greiddi frá um føroyingar og Føroyar.

Endmálið við hesum árliga tiltakinum hjá Virðisbrævamarknaði Føroya er at skapa og vekja áhuga fyri føroyskum virðisbrøvum millum danskar stovnsligar íleggjarar. Allar framløgurnar síggjast á www.vmf.fo

Sólrun Løkke Rasmussen hevði eitt stutt innlegg, men hevði ein greiðan og einfaldan boðskap um, at føroyingar eru til at líta á sum samstarvsfelagar fyri danskar ílegggjarar, tí føroyingar eru harðførir, kvinnurnar eru sterkar, menninir eru stillir, føroyingar eru ekstremir, bæði átrúnaðarliga og politiskt, tá hugsað verður um loysing og samband ? og veðrið er eisini ekstremt.

Ein av luttakarunum greiðir frá, at Sólrun Løkke Rasmussen hevði ein rættiliga sjarmerandi framferðarhátt.

- Hon líktiskt als ikki eini forsætisráðharrafrúu ? og tað skal fatast sum rós. Hon kom í cowboybuksum, eini lilla skjúrtu og dýnujakka ? púra ósmurd, sigur hesum luttakarin.

Sum nakað nýtt á hesum árliga tiltakinum hjá Virðisbrævamarknaði Føroya vóru tær fýra føroysku fyritøkurnar, Atlantic Airways, Atlantic Petroleum, Eik og Føroya Banki presenterað við hvør sínum sttum filmi, og seinni fingu stjórarnir høvi at greiða frá og svara spurningum.

Filmarnir, sum Kovboyfilm hevur gjørt, kunnu síggjast her: www.youtube.com/kovboyfilm