Sólrun Løkke Rasmussen varð í gjár vald í býráðið í Gribskov kommunu. Hon var nummar sjey á listanum hjá Vinstra, men fekk triðflestar atkvøður. Tá uppteljingin var liðug, hevði hon fingið meiri enn 800 persónligar atkvøður.
Sólrun Løkke Rasmussen segði í gjárkvøldið, at sum býráðslimur fer hon serliga at arbeiða við skúlamálum.
Valið í Gribskov kommunu gjørdist annars ein vanlukka fyri flokkin hjá forsætisráðharrahjúnunum. Flokkurin hevði stóra afturgongd og misti fýra býráðslimir. Kortini varðveita teir borgarligu meirilutan í kommununi við 13 av teimum 23 býráðslimunum.










