Kappróðurin á Skálafjørðinum hevur onkuntíð havt tað betri, enn hann nú hevur tað.
Á mannfólkasíðuni er lítið lív og veiggj í, men á kvinnu síðuni eru tað kvinnurnar umborð á 6-mannafarinum Sølmundi, sum verja borg.
Tær vunnu á norðoyastevnu, og tær vunnu á sundalagsstevnu.
Í dag vóru tær í heimasjógvi, og tað var uppaftur meiri sannførandi hjá teimum av Glyvrum.
Tær løgdu seg beinanvegin framum hinar, og so øktist munurin stútt og støðugt. Tá ið teir fóru um málið var fjarstøðan aftur til teir báðar næstu bátarnar fimtan sekund ella umleið fimm bátslongdir.
Kapping var um næstfremsta plássið. Smyril vann tað, og Smyril var alla tíðina næstfremstur. Páll Fangi vann seg aftur eftir ikki so sannførandi start, og í endaspurtinum endaði tað við, at tað leyp heilt lítið av hjá Smyrli.
Aftur í dag var Lómur aftast
1 Sølmundur 05.25.42
2 Smyril 05.40.28
3 Páll Fangi 05.40.47
4 Lómur 05.54.46
FM støðan
1 Sølmundur 21
2 Smyril 17
3 Páll Fangi 16
4 Lómur 12