Sølmundur vann kappingina við høvuðsstaðin

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava 6-mannaførini við monnum kappast á 1000 metra teininum á Norðoyastevnu.

 

Talan var um framúr tætta og spennandi kapping. Høvuðsstaðarbátarnir Jarnbardur og Gongurólvur bjóðaðu Sølmundi av, og gongdin vísti, at í summar verður henda kappingin ein av teimum góðu.

 

Í spurtinum vóru teir á Sølmundi teir drúgvastu, og Gongurólvur vann sera tøttu kappingina um næstfremsta plássið á Jarnbardi.

 

6 mannafør menn

1 Sølmundur 05:02.20

2 Gongurólvur 05:03.00

3 Jarnbardur 05:03.10

4 Herningur 05:09.08

5 Riddarin 05:10.14

6 Strálan 05:13.03

7 Tvørabáturin 05:14.11

8 Lómur 05:15.21