Eftir at tað seinastu ferðirnar ikki hevur gingið so væl, sum tað hevði gjørt frammanundan, so gjørdu kvinnurnar á Sølmundi rættuliga bart í dag.
Hvessingur legði seg beinanvegin á odda, og eina løtu sá einki út hjá Sølmundi, tí Gongurólvur fekk góðan start og var eisini væl frammanfyri Sølmund.
Harvið var FM heitið hjá Sølmundi rættuliga í vanda.
Men so var tað, at tær á Sølmundi rættuliga syrgdu fyri sær sjálvum. Á hálvum Molanum fóru tær framum Gongurólv, og síðani settu tær eftir Hvessingi, sum var tað mesta av einari bátslongd frammanfyri. Tað eydnaðist gula bátinum at taka tann grøna, og harvið tryggjaði Sølmundur sær bæði FM heitið og sigurin á Ólavsøku!
1 Sølmundur 04:43.00
2 Hvessingur 04:43.05
3 Gongurólvur 04:46.16
4 Riddarin 04:46.17
5 Lómur 04:59.23
6 Jarnbardur 05:03.15
Endaliga støðan
1 Sølmundur 47 (FM vinnari)
2 Hvessingur 44
3 Gongurólvur 32
4 Riddarin 31
5 Jarnbardur 17
6 Lómur 12
7 Kollfirðingur 2