Sølmundur í sama lagnum

6-mannafør kvinnur: Páll Fangi vann hesa ferð kappingina um næstfremsta plássið

Tað hevur ikki gingið nakað serligt við kappróðrinum á jóansøku í Vági. Mjørkin hevur argað í allan dag. Hóast fyrireikararnir hava lagt nógv fyri og víst stórt hugflog, so hava tað ikki verið líkindi at rógva, men nú eydnaðist.

 

Hóast mjørka og útsettan róður so var einki at rafla um hjá Sølmundi av Glyvrum.

Sølmundur sprakk avstað, og aftur í dag var hann fleiri bátslongdir undan teimum næstu og harvið suveranur vinnari og púra greiður FM favorittur.

 

Smyril var góða løtu næstfremstur, men á síðsta teininum munaðu tøkini hjá teimum umborð á Páll Fanga nógv betur, og Páll Fangi vann kappingina um næstfremsta plássið.

 

1 Sølmundur 05.39.48

2 Páll Fangi 05.51.40

3 Smyril 05.53.06

4 Lómur 06.18.22