Sølmundur søguligan sigur

6-mannafør kvinnur: Sigurin á Norðoyastevnu var tann fyrsti nakrantíð hjá Sølmundi við kvinnumanning

Søga varð skrivað, tá ið Sølmundur við kvinnumanning vann kappingina millum 6-mannafør við kvinnum á Norðoyastevnu.
Jarnbardur hevur seinastu árini verið suverenur í hesi kappingini, og tá ið Jarnbardur ikki hevur tikið lut, so hava Gongurólvur, Riddarin og Páll Fangi vunnið sigrarnar. Tað hevur so at siga ikki verið pláss fyri Sølmundi millum teir fremstu, men hesa ferð eydnaðist tað. Fyri fyrstu ferð nakrantíð vann Sølmundur við kvinnumanning.

Tað var leingi tætt og spennandi. Hvessingur, sum lá eystarlaga í feltinum, og Sølmundur, sum var vestari á, fingu besta startin, og mest sum allan teinin stóð kappingin millum hesar báðar bátarnar. Í endaspurtinum var tó eingin ivi. Sølmundur hevði meiri orku og fór Sølmundur frá næsta kappingarneytanum.

Munurin var ein bátslongd, og tí er tað ikki óhugsandi, at tað kanska fer at verða uppaftur meiri spennandi, tá ið Hvessingur leygardagin fer at rógva í heimasjógvi á Sundalagsstevnuni í Hvalvík. Næsta kappingin eftir ta kappingina verður á Eystanstevnu, tá ið Sølmundur fer at rógva í heimasjógvi á Skálafjørðinum.

6-mannafør kvinnur
1 Sølmundur 05:27.12
2 Hvessingur 05:30.00
3 Riddarin 05:31.12
4 Gongurólvur 05:35.01
5 Lómur 05:47.06
6 Jarnbardur 06:05.14