Fyri fjórðu ferð av fýra møguligum vóru tað kvinnurnar umborð á Sølmundi, sum í dag vunnu róð millum 6-mannaførini við kvinnum.
Hesa ferð var sigurin ikki so sannførandi, sum hann hevur verið hinar ferðirnar.
Hvessingur úr Hvalvík-Streymnesi var fremstur nógv tann størsta partin av teininum.
Men í endaspurtinum var guli báturin tann drúgvasti, hóast munurin var millum lítil og eingin.
Úrslit
1 Sølmundur 05:04.11
2 Hvessingur 05:04.14
3 Riddarin 05:10.21
4 Gongurólvur 05:14.09
5 Jarnbardur 05:28.05
6 Kollfirðingur 05:34.18
Støðan
Sølmundur 28
Hvessingur 24
Gongurólvur 18
Riddarin 18
Lómur 9
Jarnbardur 9
Kollfirðingur 2










