Á Norðoyastevnu var munurin frá vinnaranum, Sølmundi, og aftur til Hvessing, sum var næstfremstur, eitt sindur minni enn trý sekund. Tí var tað kanska ein lítil vón hjá teimum umborð á Hvessingi, at tær í heimasjógvi skuldu vinna, men tað eydnaðist ikki.
Sølmunur legði bragdliga fyri, og tað var ongantíð nakar ivi. Sølmundur gekk væl, og støðugt øktist munurin aftur til Hvessing, sum á málinum var tað mesta av tveimum bátslongdum aftanfyri vinnaran.
Hinir bátarnir vóru væl aftari. Gongurólvur var tríggjar bátslongdir aftanfyri Hvessing, og Riddarin var tvær bátslongdir aftanfyri Gongurólv.
1 Sølmundur 05:30.08
2 Hvessingur 05:35.09
3 Gongurólvur 05:44.01
4 Riddarin 05:50.16
5 Lómur 05:51.19
6 Jarnbardur 06:19.04
1 Sølmundur 14
2 Hvessingur 12
3 Gongurólvur 9
4 Riddarin 9
5 Lómur 6
6 Jarnbardur 4