Sølmundur aftur suverenur

6-mannafør kvinnur: Heldur ikki í dag hefti nakað fyri kvinnunum av Glyvrum

Á fjarðastevnu í Vestmanna leyp Sølmundur avstað, og so varð eingin spenningur um, hvør fór at vinna. Sølmundur róði í flokki fyri seg sjálvan, og tá ið hann fór um málið vóru tað einar tríggjar bátslongdir aftur til tann næsta bátin.

 

Tað plagar at vera stór kapping um næstfremsta plássið, og tað plagar at vera soleiðis, at Smyril úr Vági leggur bragdligari fyri, og at Páll Fangi missir eitt sindur í startinum.

Spurningurin og spenningurin undanfarnu ferðirnar hevur verið, um tað eydnast Páll Fanga at vinna tað mista aftur.

Soleiðis var tað ídag. Kappingin var stór, men í endaspurtinum var Páll Fangi drúgvari enn Smyril.

 

1 Sølmundur 05.14.20

2 Páll Fangi 05.21.28

3 Smyril 05.22.35

 

FM støðan

1 Sølmundur 35

2 Páll Fangi 28

3 Smyril 27

4 Lómur 16