Upptøkur av sálmasangi, sum Kringvarpið skuldi gera í kvøld í Vágs kirkju, eru fyribils avlýstar. Hesum boðaði Kringvarpið frá í morgun.
Óstøðuga sambandið millum Havnina og Suðuroynna merkist nú. Regina Baltica hevur lagt fleiri túrar burturímillum og í dag er ongin sigling. Ætlandi verður sigling aftur í morgin.
Hetta er orsøkin til, at upptøkurnar av sálmasangi í Vágs Kirkju í kvøld eru avlýstar.
Tað sigst, at ætlandi verða upptøkurnar gjørdar, tá Smyril er komin aftur í sigling, og sambandið millum Havnina og Suðuroynna væntandi er støðugt aftur.









