Søljan vann stórsigur

Ein útsettur dystur í Sunset-kappingini hjá kvinnum var leiktur á Giljanesi týskvøldið. Dysturin var millum Søljuna og Tjaldur, og heimaliðið vann stórsigur.
Úrslitið av dystinum var 46-7 til Søljuna, sum í hálvleikinum var á odda 20-4. Dysturin staðfesti enn einaferð stóra munin á fleiri av liðunum í fremstu kvinnudeildini í hondbólti. Søljan liggur í ovaru hálvu á stigatalvuni, meðan Tjaldur er greitt botnlið.
 
Søljan-Tjaldur 46-7(20-4)
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 17(1), Lina Andriulyte 8(1), Heidi Maria Akselsen 6, Fía Selma Nielsen 4, Hertha J. Simonsen 4(1), Arnleyg Haraldsen 3(1), Kristianna Petersen 2(1), Una á Steig 1, Erla Samuelsen 1(1)
Tjaldur: Anna Hansen 3, Jacoba Langgaard 2(2), Heidi Sevdal 2
Útvísingar: Søljan 4, Tjaldur 7
Dómarar: Hannis og Uni Wardum
Áskoðarar: 58