Søljan heldur oddasessinum

Við tryggum sigri á einum VÍF liði, sum at kalla er undir endurstovnan, helt Søljan fast um óvanda oddasessin

Hondbóltur

Tað hevur ikki verið vanligt seinnu árini, men veruleikin sigur, at Søljan eftir tvey umfør er oddalið í bestu kvinnudeildini í hondbólti.
Fyrsta umfarið vunnu tær stórsigur á Tjaldri, og hesaferð var tað VÍF, sum stóð fyri skotum. VÍF hevur annars seinnu árini verið eitt av avgjørt sterkastu kvinnuliðunum í landinum, men í er so ikki líkt til, at tær skulu hava nakran leiklut í heiðursmerkjarøðini.

Kappskjóting
Fyrstu longu løtuna var annars líkt til, at talan skuldi gerast um eina hampuliga javna uppgerð. Liðini bæði hava í Nicoletu Radu Hansen og Ioanu Rápa hvør sín stórskjútta, og tær báðar skiftust so hampuliga væl um at skora fyrsta hálva tíman. Ioana og VÍF vóru tó eitt vet stinnari, men tær megnaðu tó ikki at halda leiðsluni allan vegin.
Nú var tað heldur ikki bert Nicoleta, sum dugdi at senda bóltin í kassan. Søljan hevur umframt hana eisini aðrar leikarar, sum væl duga at spæla hondbólt. Leikarar, sum nú í trý ár hava vant seg við umstøðurnar í bestu deildini, og sum saman við útlendska styrkinum hjá felagnum av álvara tykjast vera í ferð við at blóma.
VÍF hevi tó leingi munin, men seinastu tíggju minuttirnar ella so punkteraðu gestirnir. Ioana varð hildin í einum jarntaki, og við seks málum á rað stðafesti Søljan, at tær ikki hava nakrar ætlanir um at geva seg yvir.

Styrkisroynd
Hvussu langt Søljan kann røkka, er kanska eitt sindur trupult at staðfesta longu nú, bert tvey umfør eru leikt. Ein ábending um hetta fæst tó helst komandi vikuskifti, tá VB kemur vestur á vitjan.
Hjá VÍF er spurningurin í løtuni helst meira um at uppbyggja eitt nýtt sterkt lið, og heilt galið fer tað væl neyvan at ganga, hóast tær enn eru stigaleysar. Hóast frágongd, so telir liðið enn nakrar av teimum, sum í tvey ár vóru við til at vinna tað, sum vinnast kundi, og hartil eru eisini fleiri aðrar yngru leikarar, sum spakuliga eru í ferð við at menna seg fyrstudeildarleikarar. Hvussu leingi tann menningin so fer at taka, kann tó bert tíðin vísa.

Fakta um dystin
Søljan-VÍF 27-21 (9-10)
Málskjúttar
Søljan: Nicoleta Radu 11(2), Lina Andriulyte 7(1), Heidi Maria Akselsen 4, Arnleyg Haraldsen 3(2), Fía Selma Nielsen 1, Heidi Haraldsen 1
VÍF: Ioana Rápa 12(3), Eyðritt Andreasen 3, Linda Johannesen 3, Kirstin Helgadóttir 2
Brotskøst: Søljan 8, VÍF 6
Útvísingar: Søljan 6, VÍF 4
Dómarar: Heri Petersen & Brandur Johannesen.