Í einum spennandi dysti á Giljanesi leygardagin eydnaðist tað Søljuni at basa vestmannakvinnum og harvið tryggja sær sess millum fýra tey seinastu liðini í Coca-Cola kappingini hjá kvinnum.
Málfátækt
Dysturin var rættuliga javnur millum liðini bæði, og serliga í fyrra hálvleiki gekk javnt á, og liðini skiftust um at hava leiðsluna. Tað gekk rættuliga striltið hjá liðunum báðum at fáa mál, og besta prógvið um hetta er, at eitt skifti í fyrra hálvleiki var eitt tíðarbil upp á átta minuttir, har hvørki liðið fekk skorað.
Stutt áðrenn farið var til hálvleiks, legði VÍF seg á odda 7-6, men við bert tveimum minuttum eftir at leika í fyri steðgin, fekk Søljan skorað tvey mál, og tískil vóru tað tær, ið vóru á odda, tá ið steðgur var.
Í seinna hálvleiki fekk heimaliðið eisini betru byrjanina, og tær komu á odda 11-7, áðrenn tað aftur eydnaðist VÍF at koma á máltalvuna. Eftir hetta tóktist tað lítið sannlíkt, at gestirnir fóru at koma inn aftur í dystin, og so var eisini. Søljan helt seg allatíðina minst trý mál framman fyri gestirnar, og tí eru tað tær, sum eru við í hattinum, tá ið lutur skal kastast um, hvussu leikast skal í hálvfinalunum í Coca-Cola kappingini hjá kvinnum.