Hondbóltur ? kvinnur
Tað var einki at taka seg aftur í, at Kyndil var favorittur, tá tær sunnudagin skuldu taka ímóti Sóljuni. Eisini hóast spælið hjá Kyndli hevur verið rættiliga óstøðugt í ár, tí mett leikarar fyri leikara, so skuldu tær grønu verið væl betri enn tað, sum stigatalvan sigur.
Tað eydnaðist tó ikki hjá Kyndli at fáa tey bæði stigini, sum endaligt kundu lyfta liðið av botnsessinum. Tvørtur ímóti fullu tær aftur um Sóljuna, og sum støðan sær út í løtuni, so kann Kyndil væl koma í tað støðu, at tey ikki hava nakað kvinnulið í bestu deildini komandi kappingarár.
Tað var fyrst og fremst grundað á ein framúrskarandi stríðsvilja, at tað eydnaðist Sóljuni at vinna dystin. Megin partin av tíðini vóru tað nevnliga tyær á heimaliðnum, sum vóru við yvirlutan. Við einari partvísari mansverju av litaviska stórskjúttanum hjá Sóljuni byrgdu tær fyri stórstu álopshóttanini, og í Lotte Sørensen og Anniku Ljósstein hevði liðið so leikararnar, sum meira ella minni vórðu útnevndar til at avgera dystin..
Fyrsta góða hálva tíman ella so tóktist hetta at bera á rætta borðið. Kyndil tók seg spakuliga alt longur fram, og tá tær stutt inn í seinna hálvleik øktu munin í fimm mál, tóktist sigurin at vera teimum vísur.
Tað eydnaðist tó Sóljuni at koma aftur í aftur. Meðan toppskjuttin, Asta, varð mansvard, tóku serliga Marjun Johansen og Hertha Simonsen nú málið í egnar hendur. Ferð eftir ferð brutu tær ígjøgnum grønu verjuna, sum ikki altíð var nóg væl skipað, og tíggju minuttir fyri leiklok høvdu tær vunnið seg framum.
Tað er tó ikki ov nógv sagt, at Kyndil hevði møguleikarnar at taka alt aftur. Tær fingu aftur meira ferð á, og fleiri brotskøst spurdust burturúr, men tá fýra av hesum verða misnýtt innan eina somikið avgerandi løtu í dystinum, so kann ein sigur neyvan krevjast.
Her dugdu tær hjá Sóljuni betri at halda høvdið kalt. Ikki minst Asta, sum annars misnýtti eitt brotskast við støðuna 27-27. Stutt fyri leiklok fekk hon enn einaferð møguleikan av sjey metrum, og hesa ferð sveik hon ikki, men langaði bóltin í meskarnar.
Við sigrinum styrkti Sóljan av álvara um møguleikan at hanga í bestu deildini. Ikki bara lyftu tær seg av niðasta sessinum, men tær hava nú leikt báðar útidystirnar móti hinum botnliðunum. Tað vil siga, at bæði StÍF og Kyndil hava á láni at ferðast til Giljanes, og við fyrimuninum av heimavøllinum tykjast vágagenturnar brádliga at vera tær, sum standa sterkasta í botnstríðnum.
Hjá Kyndli sær hinvegin einki serligt út. Í øllum førum ikki, um leikararnir ikki taka annað skinn um bak til komandi dystirnar. Tað mundi vera fá, sum roknaðu við, at liðið fór at liggja somikið niðarliga í ár, tí fólkið er so avgjørt til staðar. Fleiri av leikarunum teljast so avgjørt millum tær bestu í landinum, men uttan neyðuga stríðsviljan røkkur hetta ikki.
Dysturin í tølum
Kyndil-sóljan 28-29 (17-14)
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 10(4), Annika Ljósstein 8(1), Palma PEtersen 4, Ann Hansen 2, Ann Mari Wang 1, Marjun Tróndarson 1, Rakul Joensen 1
Sóljan: Asta Petrauskiene 10(2), Marjun Johansen 7, Hertha Simonsen 7, Heidi Maria Akselsen 5, Jóhanna í Horni 1
Brotskøst: Kyndil 9, Sóljan 3
Útvísingar: Kyndil 4, Sóljan 5
Dómarar úr Neistanum: Hjlamar Petersen & Kristian Johansen. Megnaðu at halda kalt seinastu løtuna, tá tað annars stóð sera nógv á øllum pørtum.