Sunset-kappingin
Tað tóktist vera ein styrkisroynd um, hvør parturin skal sleppa undan sjeynda plássinum, sum var á skránni á Skála sunnudagin.
Og skal metast eftir hesum, so verður tað StÍF, sum noyðist eina deild niður næsta kappingarár. Men tað er ikki sørt, at strandakvinnurnar munnu iðra seg eftir dystin.
Tí eftir ein fyrra hálvleik, har Søljan sat á tí mesta, fekk StÍF veruliga takið eftir steðgin. Bara fimm minuttir fyri leiklok hevði Søljan bara fingið trý mál allan seinna hálvleik. Og tó at úrtøkan hjá heimaliðnum ikki var so øgiliga nógv meira, so høvdu tær vunnið seg framum.
Men seinastu løtuna koppaði aftur. Søljan fekk hesa løtuna trý mál, og so munaði einsamalla málið hjá StÍF lítið. Stigini fóru av Skála, har spælararnir bara kundu hugsað um, hvat kundi havt verið.
Fakta um dystin
StÍF-Søljan 18-19 (9-13)
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 5(2), Poula D. Olsen 4, Guðrun Ólavsdóttir 3, Malan Petersen 2, Rósa Johansen 2, Ata Gregersen 1, Ninna K. Johansen 1
Søljan: Hertha Simonsen 3, Sólja Jóanesdóttir 3, Louisa Niclassen 3, Heidi Maria Akselsen 3, Jana Jacobsen 3, Irdi Mikkelsen 2, Fía Selma Nielsen 2
Brotskøst: StÍF 2
Útvísingar: StÍF 3, Søljan 5
Dómarar: Kristian Joensen & Karsten Joensen