Løgtingið hevur akkurát nú valt Sólju í Ólavsstovu til Løgtingsins umboðsmann fyri tey næstu fimm árini. Hon varð vald til starvið fyri fimm árum síðani, men eftirsum starvið er tíðaravmarkað til nettupp fimm ár, var stundin nú komin til at velja umboðsmann av nýggjum.
Formansskapurin í Løgtinginum skeyt upp at endurseta Sólju í Ólavsstovu í starvið fyri tey næstu fimm árini eisini og tað varð einmælt samtykt.
Hetta er eitt mál, sum Løgtingið skal avgreiða uttan nakra umrøðu.
Tað stendur nevniliga í tingskipanini, at tá ið Løgtingið velur fólk, tað kann vera løgmann ella løgtingsins umboðsmann, skal ongn umrøða vera fólkunum ella málinum.
Men Kári á Rógvi, formaður Sjálvstýrisfloksins, spurdi kortini um hann ikki kundi fáa eina grundgeving fyri tilmælinum.
Men tað kundi hann ikki fáa og so fór hann av fundi.
So at tá ið avtornaði varð tað Sólja í Ólavsstovu einmælt sett av øllum tinglimum, uttan av formanni sjálvstýrisfloksins, sum ikki var á fundi hesa løtuna.










