STARV
Eftir fimtan ár í útlegd í góðum størvum innan grønlendska heimsastýrið, er Sólja í Ólavsstovu vend aftur til Føroya.
Og ætlanin er, at steðgurin verður drúgvur. Sòlja ætlar sær at vera búgvandi fast í Føroyum.
Sólja í Òlavsstovu er farin úr starvinum sum stjóri fyri grønlendska heimastýrið, og hon hevur eisini røkt fleiri aðrar týðandi sessir í Grønlandi.
Hon søkti í sínari starvið sum aðalstjóri í Løgmálaráðnum, men fekk tað ikki. Men í Almannamálaráðnum høvdu tey brúk fyri Sólju, og hon verður nú ovastin fyri embætisfólkunum hjá Páll á Reynatúgvu, landsstýrismanni.
Sólja sigur seg vera glaða fyri at vera komna aftur til Føroya, og hon letur higartil sera væl at.
?Umstøðurnar tykjast at vera góðar, men vit hava ikki nógv fólk til uppgávurnar, sigur Sólja í Òlavsstovu.
Hon sigur, at hon nú skal fáast meira við tað fakliga í hesum starvinum. Í sínum fráfarnar starvið var tað meira tann umsitingarligi parturin, dentur varð lagdur á.
Hon er útbúgvin løgfrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Sólja í Òlavsstovu byrjaði mánadagin í nýggja starvinum.