Seinnapartin verður sjøtil settur á fimta umfar í landskappingini. Tríggir dystir eru á skránni ídag. Ein verður spældur í annaðkvøld, og tann síðsti verður spældur týskvøldið.
Tíðliga í morgun var kavi, og tá sá tað einki út fyri fótbóltslíkindum seinnapartin. Fjallatopparnir eru framvegis hvítir, men tað er eingin ivi um, at tað seinnapartin verða fótbóltslíkindi á Sandi, í Gundadali og í Streymnesi.
5. umfar
Ídag:
B71-FC Suðuroy: Dagfinn Olsen kl.15.00
B36-ÍF: Ransin Djurhuus kl. 15.00
EB/Streymur-HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Mándagin:
B68-Víkingur: Lars Múller kl. 18.30
Týsdagin:
NSÍ-AB: Petur Reinert kl. 18.00
Støðan
B36 10 stig
Víkingur og HB 8 stig
B68 6 stig
EB/Streymur, FC Suðuroy og ÍF 5 stig
AB og B71 2 stig
NSÍ 1 stig










