Sólin skínur yvir Fuglafjørð

Tað gongur væl í Fuglafjarðar kommunu, og bert tann eina dagin í hesi vikuni fluttu fimm fólk í kommununa.

"Sólin skínur, skattainntøkurnar veksa, og fimm fólk hava meldað seg inn í okkara kommunu í dag!" Soleiðis verður sagt á Facebook-síðuni hjá Fuglafjarðar kommunu í gjár. 

 

Hyggja vit eftir fyribilsskattainntøkunum hjá Fuglafjarðar kommunu fyri januar og februar í ár í mun til somu mánaðir í fjør, sæst, at vøksturin í ár er heili 9,12 prosent.

 

Fyrstu tveir mánaðirnar í fjør var skattainntøkan slakar 10,9 miljónir krónur móti sløkum 11,9 miljónum krónum somu mánaðir í ár. Í krónum er munurin ein lítil miljón.

 

Í Fuglafjarðar kommunu kunnu tey saktans lata væl at gongdini. Einar tvær vikur, áðrenn árið í fjør var runnið, hevði Fuglafjarðar havn havt vitjan av 1000 skipum sum er met.