Sólin skínur á fuglfirðingar

1. DEILD: Við stórum sigri á heimavølli tók ÍF seg seinnapartin nærri møguleikanum at flyta upp

Fyrr í dag meiri enn hálvkiksaði B68 á útivølli ímóti Giza Hoyvík. Úrslitið í Hoyvík var 2-2.

Hetta bar møguleika við sær fyri ÍF at taka seg nærri møguleikanum at vinna uppflyting.

Í dýrdarveðrinum tóku fuglfirðingar av. Teir høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá Skála, og heimaliðið vann oyggjauppgerðina 7-0.

 

Jan Ó. Ellingsgaard, sum var í álopinum saman við Jóhan Petersen, var stóri málskjúttin. Skálamenn gjørdu fyrst sjálvmál, eftir at hann Jóhan Petersen hevði lagt innfyri, og so skoraði Jan Ó. Ellingsgaard hattrikk. Dánjal á Lakjuni, sum síðstu løtuna avloysti trífalda málskjúttan, økti til 5-0, og Gunnar Christiansen, sum beinanvegin eftir steðgin avloysti Dion Splidt, økti til 6-0 sigurin. Jóhan Petersen staðfesti rimmar 7-0 sigurin.

 

Størsti heimasigurin higartil í ár ber við sær, at ÍF tekur seg nærri B68 og triðja plássinum. Undan hesum umfarinum vóru tað fýra stig frá B68, sum á triðja plássi hevði 24 stig, og aftur til fjórða plássið og ÍF við 20 stigum. Nú hevur B68 25 stig, og ÍF hevur 23 stig.

 

Skála er næstniðast við sjey stigum. Tað eru tvey stig fram til Giza Hoyvík á áttanda plássi.