Eitt hátrýst liggur meginpartin av vikuni beint norðan fyri og í ein landnyrðing úr Føroyum og gevur turt og rættiliga róligt veður.
Í kvøld verður fyri tað mesta turt og skýggjað og eitt lítið lot at suðri og landsynningi, undir 5 m/s, og hitin um 7 stig.
Hósdagin verður fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s, turt og sólglottar og hitin millum 8 og 13 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 4 til 7 m/s. Turt og fyri tað mesta skýggjað og hitin millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, um náttina snarar hann í ein eystan og landsynning. Turt og fyrst skyggjað, men sum frá líður sólglottar. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Leygardagin og sunnudagin verður lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 4 til 8 m/s. Turt og sólglottar. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millu 5 og 8 stig.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Turt og sól og hitin millum 9 og 12 stig. Um náttina klárt og hitin millum 2 og 7 stig.