Sólin kagar um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI sigur, at í dag verður 5 - 10 m/s av suðri og útsynningi, og seinni í kvøld veksur hann vindin upp í 13 m/s og í nátt snarar hann í ein vestan. Tað verður skíggjað og turt, men seinni sól, og í kvøld fer at regna. Í nátt klárnar aftur. Hitin millum 10 og 13 stig og í nátt um 10 stig. 

 

Í morgin verður 5 - 10 m/s av vestri og útsynningi. Nakað av sól, men seinni fer at sirma. Hitin millum 8 og 12 stig.