Tað hevur oysregnað part av degnum, og nakrir dropar eru eftir at koma niður.
Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður turrari veður í kvøld og í nátt.
Hósdagurin skal sambært DMI eisini verða nakað turrari enn dagurin í dag, og møguleiki er fyri, at sólin kagar fram. Hinvegin kemur helst eisini okkurt æl.
Í morgin verður 3-8 m/s av landsynningi, og hitin verður alt døgnið millum 10 og 13 stig.

Sólin kagar fram í morgin












