Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
?????
Sólin ferðast eftir himmalinum alt árið, tað eru flest øll samd um, og tey sum ivast, kunnu bara hyggja eftir hesum báðum myndunum. Myndin til høgru er tikin av sólarrisi tann 22. desember í fjør, og um hesa tíðina er dagurin styttstur og sólin sleppur ikki longur suður á himmalin. Klokkan er 9.56 og júst í hesi løtu slepti havið takinum á tí lívgevandi eldkúluni beint áfast í suðurendan á Nólsoynni, sædd úr køksvindeyganum hjá okkum, og vit búgva Inni á Gøtu í Hoyvíkshaganum í Havn.
Dagurin er stuttur, bara fimm tímar og ein minutt, sólin setir aftur klokkan 14.56, men tá hava fólk í Havn fyri langari tíð síðani mist hana úr eygsjón og tú skal búgva á Velbastað ella onkra aðrastaðni, har tú sær suður og vestur í hav, skal tú eygleiða sólsetur um jóltíðir.
Myndin vinstru megin er tikin nú hósmorgunin 27. januar ella ein góðan mána aftan á styttsta dag. Nú er stórur munur á. Sólin kemur upp beint undir Høgoyggj, tað er tað hægsta á Nólsoynni og tað gongur ein løta áðrenn hon sæst daga undan fjallatromini, men tá hevur hon longur vermt eystan fyri Nólsoynna eina løtu. Sólin reis hendan morgunin klokkan 9.11 ella 45 minuttir fyrr enn á myndini styttsta dag og hon reis norðari á. Munurin er sjónligur.
Sólin ferðast rættuliga nógv eftir himmalinum og fyri at halda allar gitingar burtur, so havi eg fingið mín góða vin Jógvan Horn ættaður av Sandi, men búsitandi í Havn, at rokna út hvussu nógv hon ferðast. Hann er umframt at vera skipsverkfrøðingur, eisini skipsførari, so hetta var barnamatur hjá honum at rokna seg fram til.
At sólin rísur í beinan eystan er nakað møsn meginpartin av árinum, undantikið við vár og heystjavndøgur. Sólin rísur rættvísandi 148 gradir styttsta dag og rættvísandi 032 gradir longsta dag. Tað vil siga at hon er 58 gradir sunnan fyri beinan eystan, sum er 90 gradir á kumpassini stytsta dag og 58 gradir norðan fyri beinan eystan longsta dag. Sólin rísir væl sunnafyri ein landsynning sum er 135 gradir stytsta dag og væl norðan fyri ein landnyrðing, sum er 45 gradir longsta dag. Hendan dagin er hon minni enn heila ætt undir kavi, lógu vit eitt sindur norðari á hálvuni, norðuri á 66 og ikki 62 stigum, so fór hon slett ikki undir á hásumri.
Uttan gradir og stig merkir hetta, at úr køksvindeyganum hjá okkum hava vit sólarris sunnan fyri Nólsoynna styttsta dag um jóltíðir og væl norðanfyri Eystnes longsta dag. Frá seinast næstu viku og drúgva tíð fram kunnu vit fylgja sólarrisi í køksvindeyganum, meðan hon ferðast millum Stong og Eystnes til hon verður fjald av landinum og høgu fjøllunum fyri norðan á hásumri. Sólin rísir einans í beinan eystan tvær reisur um árið, við várjavndøgur og við heystjavndøgur. Tað sum her er skrivað, kundi einsvæl verið skrivað um sólsetur á vestaru hálvu við sama lutfalli, men øðrum tølum.
Um ferð sólarinnar varð teknað eftir himmalinum, so sæst, at hon altíð stendur í suðri um middagsleitið, og tá er hon hægst á himmalinum. Gongd sólarinnan er sum ein bogi á himmalinum. Um veturin er hann minstur um summarið størstur. Tá bogin veksur, so má hann flyta seg norður eftir.
Eg búði í Singapore í nøkur ár. Eisini har bar til at eygleiða sólina, hóast Singapore liggur bert fimm gradir norðanfyri ekvator ella miðlinjuna. Við javndøgur á middegi var ongin skuggi at síggja, um tú hugdi niður fyri føturnar á tær. Tá stóð sólin beint yvir høvdinum á tær. Styttsta og longsta dag kundi tú siggja ein lítlan skugga, men hann var lítil, móti tí langa vit síggja í Føroyum í hesum døgum, nú sólin er so lág, at hon skínur beint inn í eyguni á tær, tá ið tú koyrir bil.
Eygleiðingar, sum hesar í hesi grein, løgdu fyri túsunda árum síðani grund undir astronomisku læruna, sum vit kenna hana í dag. Tað byrjaði við, at menn løgdu merki til at stjørnurnar fluttu seg, seinni funnu teir fram til at tað var jørðin sum flutti seg, og nú vita vit at alt flytir seg.
Og í øllum hesum stóra ber til at síggja seg sjálvan í røttum samanhangi.