Fyrsti róðurin á Fjarðastevnu bleiv í fyrstu atløgu avblástur, tá Blikur hevði tjóvstarta í róðrinum hjá 5-mannaførum við dreingjum.
Næstu ferð riggaði tó betur, tí tá komu allir bátarnar avstað til tíðina, og tað var Sílið, sum legði seg á odda mest sum alt fyri eitt. Havfrúgvin, sum hevur vunnið sísðtu tríggjar róðrarnar, og sum liggur á odda í FM-stríðnum, royndi at fylgja við, men sum leið inn eftir fjørðinum gjørdist greitt, at her var Sílið sterkari.
Tá bátarnir nærkaðust málinum, var Sílið heila tvær b átslongdir framman fyri Havfrúnna, og teir megnaðu sostatt at steðga sigursrøðini hjá Havfrúnni.
Annars er vert at leggja til merkis, at í tveimum av róðrunum hava bátsmanningarnar róð ímóti, og í teimum báðum róðrunum hevur Sílið megnað at vunnið. Hetta hevur verið á Norðoyastevnu og á Fjarðastevnu.









