Sólgerð var borin í heim 4. februar 1941 í Vági, foreldur hennara vóru Andreas og Jóhanna Djurhuus í Vági. Sólgerð var gift Palle Olsen, felagsskrivara í Føroya Arbeiðarafelag, ið er ættaður úr Danmark.
Sólgerð starvaðist á sjúkrahúsum í Danmark, áðrenn hon tók við starvi á psykriatisku deildini á Landssjúkrahúsinum. Hon var sett sum leiðari av Umlættingarheiminum í V. U. Hammersheimbsgøtu í Havn 1. september 1984, og 2.juli 1992 var hon eisini sett sum fyristøðukvinna á Tórshavnar Ellisheimi.
Tað var eftir áheitan frá Sólgerð Djurhuus, at Jákup Lindenskov skrivaði bók um Ellisheimið, sum kom í november 2001.
Tórshavnar Ellisheimið varð stovnað 15. august 1935.











